Tryggingartakararnir og 17 fakfeløg eiga nú LÍV

Tryggingartakararnir og 17 fakfeløg eiga nú LÍV

 


Føroya størsta pensjónsfelag, LÍV, skiftir nú eigarar. Eftir drúgva tilgongd er komið á mál við ognarskiftinum, so LÍV, sum hevur tveir triðingar av samlaðu føroysku pensjónunum og pensjónstryggingunum, nú verður ogn hjá tryggingartakaranum sjálvum og 17 av føroysku fakfeløgunum.
Ognarfelagið LÍV, sum umboðar allar tryggingartakararnar, fær handað 50% av LÍV frá Føroya Landsstýri. Hin eigarin verður P/F Fakfelag, ein fakfelagsbólkur umboðandi 17 fakfeløg.

Íløgan, sum fakfeløgini hava gjørt í LÍV, er ein samhaldsføst íløga. Endamálið er at tryggja øllum tryggingartakarum størst møguligan vinning av teirra uppsparing og góðar tryggingar. Í partaeigarasáttmálanum er tryggjað, at fakfeløgini ikki skulu hava vinning av íløguni. Allur vinningur fer sostatt til tey, sum hava pensjónsuppsparingina hjá LÍV.
Ognarfelagið og Fakfeløgini fegnast um, at tað er eydnast at fáa eigarar, sum hava felags áhugamál.
Fremsta endamálið er, at ágóðin av virkseminum hjá LÍV fer til tryggingartakaran. Lágur umsitingarkostnaður, samhaldsfesti og dygdargóðar og kappingarførar tænastur eru tað, LÍV og nýggi eigaraskarðin savna seg um.
Eisini fegnast partarnir um, at tað við hesum er eydnast at tryggja karmarnar fyri, at vit framhaldandi kunnu hava eitt føroyskt lívstryggingarfelag við dugnaligum starvsfólkum, sum virkar her heima og sum eisini hevur atlit fyri, at partar av føroysku pensjónspengunum koma at virka í føroyska samfelagnum til gagns fyri bæði tryggingartakarnar og føroyska samfelagið sum heild.

Ognarskiftið fór fram á hátíðarløtu á LÍV, Kopargøta 1, hósdagin 1. september, har Poul Michelsen, Landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, handaði nýggju eigarunum LÍV.


Tey 17 fakfeløgini, ið mynda P/F Fakfelag eru:

• Arkitektafelag Føroya
• Bioanalytikarafelagið
• Ergoterapeutfelagið
• Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
• Felagið Radiografar í Føroyum
• Føroya Handverkarafelag
• Føroya Pedagogfelag
• Føroya Skipara- og Navigatørfelag
• Fysioterapeutfelag Føroya
• Heilsuhjálparafelag Føroya
• Heilsurøktarafelagið
• Kost- og Føðslufelag Føroya
• Ljósmøðrafelag Føroya
• Maskinmeistarafelag Føroya
• Musikklærarafelag Føroya
• S & K Felagið
• Starvsmannafelagið

Nevndin í Ognarfelagið LÍV
• Palli Petersen, formaður
• Jákup Danielsen, næstformaður
• Gunnleivur Dalsgarð
• Jógvan Ravnsfjall
• Maria Húsgarð